Taivan
|
|||
| Tjóðarslagorð: Onki | |||
| Tjóðsangur: Zhōnghúa míngúo gúogē | |||
| Alment mál | Kinesiskt | ||
| Høvuðsstaður | Taipei | ||
| Presidentur | Ma Ying-jeou | ||
| Visepresidentur | Wu Den-yih | ||
| Fullveldi | 7. desember 1949 | ||
| Vídd - tilsamans - vøtn (%) |
36,179 km² 10,34 % |
||
| Íbúgvar - tilsamans 2013 - tættleiki |
23 367 320 639/km² |
||
| Gjaldoyra | Teivanskur dollari (TWD) | ||
| Tíðarøki | UTC +8 | ||
| Økisnavn á alnetinum | .tw | ||
| Telefonkota | +886 |
||
Lýðveldið Kina ella Teivan, sum í mong ár var partur í Kina, hevur verið avbyrgt frá kinesiska meginlandinum síðan 1949, tá ið tjóðskaparstjórnin flýddi út í oynna, eftir at hon hevði tapt borgarakríggið ímóti kommunistunum. Stýrið í Teivan sigur seg enn verða lógliga stjórnarvaldið í øllum Kina, og Fólkalýðveldið Kina sigur Teivan verða kinverskan landslut. Fá lond hava viðurkent Teivan sum sjálvstøðugt ríki.
Innihaldsyvirlit
Søga[rætta | rætta wikitekst]
Tá ið portugisiskir sjófarar fyrstu ferð komu til Teivan í 1590, nevndu teir oynna Ilha Formosa ("Oyggin Vakra"), tí hon var so fruktagóð, og fjøllini vóru so vøkur.
Politikkur[rætta | rætta wikitekst]
Hóast Teivan loysti frá Kina undir borgarakrígnum í 1949, so metir Kina enn, at Teivan er ein partur av Kinesiska Ríkinum, og landið hevur hótt Teivan, hvørja tað hevur haft ætlanir um at taka formelt sjálvstýri.
Fólkið[rætta | rætta wikitekst]
Upprunafólkið[rætta | rætta wikitekst]
Langt fyri, at kinverjar komu til Teivans, búðu mong fólkasløg har. Tey talaðu egið mál, men mangir siðir og gerandislív líktist. Kinverjar komu hagar í 17. øld, og sum tíðin leið, løgdu teir oynna undir seg og trokaðu burtur upprunafólkið, ið nú á døgum bara er 2 % av fólkinum í Teivan. Fjølmentasta upprunafólkið nú er amifólkið, sum eru dugnaligir leirkerasmiðir og bøndur. Amifólkið býr í stórum bygdum, og heima eru tað konufólkini, ið ráða.
Átrúnaður[rætta | rætta wikitekst]
Størstu átrúnaðirnir í Teivan eru buddisma, taoisma og konfusianisma. Hesir átrúnaðir líkjast nógv, og mong fólk trúgva á partar úr øllum trimum. Taoisman, ið tók seg upp í Kina um 300 f.Kr., er vegurin (tao) til einfalt lív og levnað leys av øllum jarðligum strevi. Endamálið hjá taoistum er at liva í samljóði við náttúruna, so at javnvág verður ímillum tann óvirkna kvinnupartin av likaminum (yin) og tann virkna mannpartin (yang).
Hygg eisini at[rætta | rætta wikitekst]
| Lond í Asia |
| Afghanistan | Armenia | Aserbadsjan | Barein | Bangladesj | Brunei | Burma | Butan | Eysturtimor | Filipsoyggjar | Georgia | Hongkong | India | Indonesia | Iran | Irak | Ísrael | Japan | Jemen | Jordan | Kambodia | Kasakstan | Katar | Kina | Kuveit | Kirgisia | Kýpros | Laos | Libanon | Maleisia | Maldivoyggjar | Mongolia | Nepal | Norðurkorea | Oman | Pakistan | Russland | Sameindu Emirríkini | Saudi-Arabia | Singapor | Sri Lanka | Suðurkorea | Sýria | Tadsjikistan | Teiland | Teivan | Turkaland | Turkmenistan | Usbekistan | Vjetnam |